Í morgin, leygardagin fara tey at savna pening inn í Klaksvík til eitt vælgerðandi endamál í Kenja.
Tey, sum standa fyri tiltakinum, er Næstin, ið er ein stuðulsbólkur hjá kristiliga hjálpar- og útbúgvingarfelagsskapinum, New Life Africa International, NLAI, sum roynir at hjálpa gøtubørnum í Nakuru í Kenya.
Bjørg av Rana Nitschke í Trongisvági, sum er virkin í Næstanum, sigur, at hesi seinastu tvey árini hava tey arbeitt miðvíst fyri at útvega fígging til ein nýggjan skúla í Nakuru í Kenja, og innsavningin í Klaksvík er eitt lið í tí átakinum.
- Skúlin, tey nú hava, hýsir einum 500 børnum, men hann er í vánaligum standi og stjórnin hevur kravt, at nýggjur skúli verður bygdur, annars verður hann afturlatin, sigur Bjørg av Rana Nitschke.
Ætlanin er at fara undir arbeiðið nú í juni mánaði. Higartil hava tey savna 1,1 millión krónur inn til skúlan og í hesum sambandi gjørdi tað stóran mun, at Løgting lata fjør 400.000 krónur til endamálið í fjør.
Frá klokkan 16.30 í morgin, til út ímóti midnátt, verður so eitt stuðulstiltak í Solo Deo Gloria í Klaksvík til frama fyri skúlabyggingina í Nakuru.
Á skránni eru happaráttir av ymsum slagi, men har fara tey eisini at selja hondgjørdar smykkur, taskur, prýðislutir, og annað, sum ungar kvinnur, ið eru undir útbúgving hjá NLAI í Nakura, og eldri kvinnur, hava gjørt.
Bjørg av Rana Nitschke sigur, at tað, sum kemur inn fer beinleiðis til tær sum hava gjørt.
Tey fara eisini at vísa ein film, har tær báðar, Elsa av Rana og Alice Jespersen, sum báðar hava veriði í Nakuru og arbeitt, greiða frá arbeiðinum.
Kendi rógvarin, Livar Nysted fer at greiða frá sínum ferðum. Hann hevur eisini málningaframsýning og fer at selja málningar til frama fyri skúlan.
Ein partur av tiltakinum er eisini ein mótasýning, har børn fara at sýna fram pløgg, serliga troyggur, sum eru bundnar til børnini í Nakuru.
Allan dagin verður nógvur sangur og tónleikur og tey sum fara á pallin, eru
Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Tóra við Keldu, Zamar, Ekklesia, Signa Andersen, Páll Brim Joensen og Olvheðin Jacobsen.
Myndin er av børnum í kirkjuni beint við skúlan. Har eta tey hvønn dag og Bjørg av Rana Nitschke sigur, at mangan er hetta einasta máltíð, tey fáa.










