Ítróttarhøll
Badmintonfelagið hevur fingið byggilendi og byggiloyvi frá Klaksvíkar kommunu, sum eisini hevur játtað 30 prosent av byggikostnaðinum í stuðli.
Nú roynir Badmintonfelagið at savna eginpening, og í hesum døgum er skriv borið í hvørt hús í Norðoyggjum, har felagið heitir á norðoyingar um at stuðla nýggju ítróttarhøllini.
? Bara nakrar tímar eftir at fyrstu skrivini vóru farin út, fingu vit fyrstu reaktiónirnar, so tað eru vit fegnir um, sigur Jákup Anthoniussen, formaður í Klaksvíkar Badmintonfelag.
Felagið hevur savnað væl av eginpeningi, men meira skal til, áðrenn farast kann undir at byggja høllina, sum verður mett at kosta 14 milliónir krónur. Nýggja ítróttarhøllin verður granni hjá KÍ-høllini og svimjihøllini í Klaksvík.
? Tørvurin á einari ítróttarhøll afturat í Klaksvík er sera stórur. Tað eru fleiri hundrað ítróttarfólk, sum ikki hava møguleika at íðka sín ítrótt, sum tey vilja, og tí hava vit tikið stig til hetta, sigur Jákup Anthoniussen.










