Savna inn til børn í Nólsoy mánakvøldið

- Mánakvøldið kl.19.30-21.30 verður eitt tiltak á Kunningarstovuni í Nólsoy, har tú fært ein drekkamunn og okkkurt afturvið, onkur greiðir frá um fátækradømi og avleiðingar fyri børnini umframt at tónleikur verður á skánni.

- Mánakvøldið kl.19.30-21.30 verður eitt tiltak á Kunningarstovuni í Nólsoy, har tú fært ein drekkamunn og okkkurt afturvið, onkur greiðir frá um fátækradømi og avleiðingar fyri børnini umframt at tónleikur verður á skánni.

 

Tjóðhild Patursson greiður frá sínum royndum í samband við at liva fyri 20 krónur um dagin, meðan Terji Rasmussen spælir nøkur løg. 

Tað sigur Maud Wang Hansen, sum er ein av teimum sjey, sum fram til 1. mai savna pening inn til børn, sum liva í fátækraváða. 

 

Hesar dagarnar fram til 1.mai, eru tað sjey fólk kring landið, sum hava sagt ja til at savna pening inn til børn, sum eru í fátækraváða, og at skipa fyri ymiskum tiltøkum, og ikki minst at varpa ljós á viðurskifti hjá føroyskum barnafamiljum og støkum uppihaldarum og børnum teirra.

 

- Tiltakið er ókeypis, men um tú hevur hug kanst tú lata pening til at stuðla børnum, sum eru í fátækraváða, antin við at lata pening á staðnum eftir førimuni ella við at flyta pening, sigur Maud Wang Hansen, stigtakari. 

 

- Tú kanst vera við um tú vilt og tú kanst gera mun, sigur hon. 

 

Send eini sms-boð á 1940 og skriva BARN, hvørt sms-boð kostar 50 kr. Til ber eisini at flyta pening á konto 6460 5402451 í Banknordik. 

 

- Tað eru eisini aðrir mátar at stuðla átakinum, antin við at varpa ljós á viðurskiftini hjá børnum í Føroyum, at skipa fyri tiltøkum, ella hvat tú kanst finna uppá - børnini eru eisini vælkomin at finna uppá okkurt, sigur Maud. 

 

Tann 1.mai verður avdúkað hvussu nógv er savnað inn hesar dagarnar.