Savnaði 440 sigarettstubbar í Havn

Tilsamans ruddaðu fólk 22 tons av ruski burtur á Rudda Føroyar-tiltakinum

22,1 tons av ruski varð savnað inn og burturbeint leygardagin 15. septembur, tá tiltakið Rudda Føroyar var.

 

Fyriskipararnir siga, at tað bleiv ruddað í 50 ymiskum støðum, í Vágum, Norðoyggjum, Nólsoy, Suðurstreymoy, Skopun, Funningsfirði, Norðursuðuroy, Suðursuðuroy og Norðureysturoy.

 

Tilsamans vóru minst 22,1 tons av ruski savnaði saman. Minst, tí at ruskið í sunnara partinum av Suðuroy ikki bleiv vigað.

 

Mest bleiv savnað saman í Funningsfirði, har tey ruddaðu heili 13,95 tons saman. Í Suðurstreymoy var talið 3,1 tons, í norðureysturoy 2,3 tons. Hini støðini lógu millum 360 kilo og 750 kilo.

 

Fyriskipararnir siga, at 1.604 fólk høvdu meldað seg til tiltakið, har av 30 feløg, men ikki er heilt vist, hvussu nógv veruliga komu at rudda á sjálvum degnum.

 

Alt frá timbri til boyur, fiskakassar, akkumulatorar og sigarettstubbar vóru ruddað. Nevnast kann, at ein persónur tók 440 sigarettstubbar upp í Havn upp á 1,5 tíma.