Summarfestivalurin er fyri alla familjuna, og fólk gleða seg. Festivalurin er ein lívsjáttandi fólkaveitsla, har børn og vaksin á Vágsbøi í Klaksvík fáa høvi at hoyra og uppliva kend og stór nøvn bæði úr okkara landi og uttan úr heimi.
Tað sigur Klaksvíkar kommuna.
Summarfestivalurin er tónleikur, samvera og ein veitsla.
Summarfestivalurin er eisini eitt hæddarpunkt á sumrinum hjá nógvum familjum við børnum og ungdómum. Á summarfestivalinum er glaði ungdómurin í veitslulag. ??
SSP sum er samstarvið millum skúla, sosialar myndugleikar og politi tekur eisini virknan lut á Summarfestivalinum. Undir slagorðinum Savna góð minnir saman verður víst á, at á Summarfestivalinum eigur góður veitslusiður at valda, og at Summarfestivalurin 2012 verður eitt gott minni fyri lívið hjá øllum.??
Á Summarfestivalinum er so nógv, sum børnini og tey ungu royna, og sum tey sum vaksin minnast aftur á við gleði. Men ikki altíð.??
Á Summarfestivalinum fáa børnini og tey yngru vanliga leysari teymar. Tey eru spent og hava stórar væntanir til festivalin, og tey flestu duga væl at stýra sær í góða veitslulagnum. ??
Klaksvíkar Kommuna tekur eisini lut í hesum arbeiði. Sum myndugleiki gera vit okkara til, at Summarfestivalurin verður eitt gott minni og ein góð uppliving. ??
Foreldrini mugu eisini gera sítt til og vegleiða, so at børnini og tey ungu ansa eftir sær sjálvum og teimum, tey eru saman við. ??
Tí bert saman kunnu vit tryggja, at Summarfestivalurin eisini í ár verður eitt gott minni.










