SJÓVINNA: Leygardagin 8. mars hevði frítíðarfelagið Antares, sum er eitt áhugafelag hjá føroyingum í altjóða farma- og frálandavinnu, ársaðalfund.
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali.
Stigtakarin til felagið og formaður síðan byrjan, Meinhard Jacobsen, tók ikki við afturvali. Heldur ikki Jørgen F. Andreasen tók við afturvali. Andras S. Gregersen var afturvaldur.
Nýggir limir í nevndini eru Thorvald Hansen, Hans F. Kass, Eyðun Olsen og Jónhard Petersen.
Nevndin hevur skipað seg við Thomas Lambastein sum formanni, Andras Gregersen og Eyðun Olsen, sum næstformonnum, Bjarka Fjørdal sum skrivara, Jónhard Petersen sum fíggjarleiðara, Thorvald Hansen sum sosialum samskipara. Nevndarlimir eru Martin Frederiksen og Hans F. Kass.
Síðani Felagið varð stovnað á sumri 2004, hevur felagið miðvíst arbeitt fyri áhugamálum hjá føroyingum í langfara farma- og frálandavinnu.
Felagið hevur í góðum samstarvið við Kringvarp Føroya, Føroysku Sjómanskirkjuna og Handelflådens Velfærdsråd í Danmark, betrað um tíðindaflutningin til tey skip, ið hava møguleika at móttaka teldupost.
Dagliga verður ein samandráttur av útvarpstíðindunum sendur til Handelsflådens Velfærdsråd, sum sendur tíðindini víðari, til tey skip, ið hava teknað seg til hesa tænastu. Henda tænastan er ókeypis fyri skipini. Felagið er vitandi um, at fólk eru sera fegin um hesa tænastu.
Eisini hevur felagið savnað nakað av føroyskum bókum og í samstarvið við Søfartens Bibliotek og donsku Sjómannskirkjurnar, eru hesar bøkur í dag til taks á teirra bókasøvnum í Keypmannahavn, Algeciras, Hongkong og Rotterdam.
Hesar bøkur eru gávur frá Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa og Tryggingarfelagnum Føroyar. Skipafelagið Føroyar – nú Faroe Ship – hevur ókeypis flutt bøkurnar til Danmarkar.
Felagið hevur í dag um 100 limir, ið flest allir arbeiða hjá reiðarínum A. P. Møller – Mærsk A/S. Tó so, onkur limur er, ið starvast hjá øðrum reiðaríum.
Nevndin ger vart við, at fólk, ið starvast hjá øðrum arbeiðsgevarum enn A. P. Møller – Mærsk A/S, eisini skulu verða vælkomin í felagið.
Tekning fer fram við at venda sær til felagið á tlf. 590100, ella um teldupost aldebaran@kallnet.fo.
Meira fæst at vita við at venda sær til Felagið á www.antares.fo