Í annaðkvøld, fríggjakvøldið, verður ítróttarkvøld fyri børn á Tvøroyri. Tiltakið er í ítróttarhøllini í Trongisvági, og á stykkinum uttanfyri, og tað eru øll ítróttafeløgini á Tvøroyri, sum skipa fyri í felag.
Fyrireikararnir siga, at endamálið við tiltakinum er at savna børn, ung og foreldur til eit tiltak, har rørsla, spæl og hugni er í hásæti. Og tey siga, at tað verður bæði stuttligt, sunt, spennandi og sosialt.
Tey smáu børnini upp til fimta flokk, byrja klokkan fimm og tey eldru byrja klokkan átta og har er ymiskt á skránni, eisini ymiskt forkunnugt, sum tey annars lítið og einki gera burtur úr. Har verður bæði høvdingabóltur, forðabreyt, airtrack, dansur, zumba og ymsar stafettir.
Har verður eisini borðtennis, har børnini sleppa at royna seg móti robottinum hjá Tvøroyrar Borðtennisfelag og tey eldri børnini kunnu eisini fáa venjingar í sjálvverju.










