Savile spøkir enn í BBC

Bretska kringvarpið, BBC, hevur fingið tilsamans 152 nýggjar ákærur um kynsligan ágang, sum koma í kjalarvørrinum á Jimmy Savile-gøluni í heyst.

Ákærurnar eru vendar ímóti 81 fólkum, sum hava havt tilknýti til BBC, bæði sum fólk í føstum starvi og fólk við leysari tilknýti.

At fólk eru farin at gera vart við seg og tað misbrúk, teimum hevur verið fyri, er ein avleiðing av, at tað kom fram, at tann nú deyði BBC-profilurin, Jimmy Savile, hevði eitt sera umfatandi kynsligt misbrúk av bæði børnum og ungum.

Gølurnar hava rakt BBC sera hart, tí kringvarpið verður lagt undir at hava vitað av, hvat hendi, men uttan at hava gjørt nakað fyri at forða tí. Í staðin kávaði BBC út yvir illgerðirnar hjá Savile og øðrum.