Í viðmerking til fíggjarætlan fyri 2011 sigur kommunan, at hon satsar uppá tey bleytu virðini, har trivnaður er millum familjurnar við børnum og ungum, og hjá teimum eldru. Á eyka býðráðsfundi hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð einmælt ætlanina fyri fíggjarlóg fyri 2011.
Fíggjarætlanin fyri 2011 hevur sum høvuðssikti, at borgarar og handilslívið og vinnan sum heild í býnum skulu merkja sum minst til tær sparingar, ið neyðturviliga skulu fremjast. Kommunan satsar uppá tey bleytu virðini, har trivnaður er millum familjurnar við børnum og ungum, og hjá teimum eldru.
Lagt verður upp til, at kommunala virksemið í Tórshavn verður hildið á einum nøktandi støði. Íløgur, ið eru arbeiðsskapandi og stimbra virksemi, verða raðfestar ovarlaga. Búskaparráðið hevur í frágreiðingum sagt, at sveiggini í búskapinum ikki skulu vera ov ógvuslig.
Høvuðsmyndin av fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri komandi ár er, at hon javnvigar við 611,7 milliónir krónur, og allar íløgurnar í 2011 eru skattafíggjaðar.
Í 2010 skuldi kommunan eftir ætlan havt tikið eitt lán á 51 milliónir krónur, men vegna góða gjaldførið hevur henda lántøka ikki verið neyðug enn. Væntandi verður lánið tikið í fyrru helvt av 2011 í staðin. Samlaða skuldin verður í mesta lagi 225 mió. kr. við árslok 2011. Raksturin er settur at vera 491,6 milliónir krónur, meðan íløgurnar eru 108,8 milliónir krónur Næsta ár rindar kommunan uml. 11,3 milliónir krónur í rentum. Við árslok 2010 verður samlaða lántøkan sostatt í mesta lagi áleið 175 milliónir krónur Skattaprosentið verður óbroytt 20,75%.









