Satchwell og KA mistu sigurin í seinastu løtu

Á triðja sinni hetta kappingarárið leikti KA javnleik í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í KA tóku á heimavølli móti Gróttu í dag.

 

Dysturin í bestu íslendsku hondbóltsdeildini á Akureyri endaði við javnleiki 33-33. 

 

Beint undan dystarenda fekk Grótta brotskast, og tað eydnaðist Birgir Steinn Jónssyni at seta bóltin framvið Nicholas, ið fyrr í dystinum hevði bjargað einum brotskasti. Sostatt mátti KA takka til takkar við einum javnleiki. 

 

Hetta er triðju ferð hetta kappingarárið, at KA í 12 dystum leikar javnt, og tað er rættuliga ofta í hondbóltshøpi.

 

Nicholas bjargaði 31 prosent av málroyndunum hjá Gróttu. Stóri leikarin hjá KA í dag var Einar Rafn Eiðsson, ið skoraði heili 17 mál fyri KA.

 

KA er nummar 10 í deildini við níggju stigum. Tvey stig eru upp til áttanda plássið, ið við lokið grundspæl gevur rætt til at kappast í endaspælinum. 

 

Komandi leygardag tekur KA móti Haukum á heimavølli.