Sasja og liðfelagarnir vunnu fyrsta kappingardystin í 2025

Lugi vann stórsigur á heimavølli

Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í Lugi spældu ígjár fyrsta kappingardystin í 2025.

 

Á heimavølli í Lund eydnaðist tað Lugi at vinna stórsigur 36-24 á Torslanda. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-11. 

 

Lugi er nummar níggju í deildini við 15 stigum. Teir hava sjey stig niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Lugi dyst á útivølli móti Aranäs. 

 

Lugi hevur níggu dystir eftir at spæla í grundspælinum. Enda teir fjórðaftast ella triðaftast mugu teir spæla dystir móti einum liði úr triðbestu deildini um rættin at spæla í deildini komandi kappingarár.