SAS selur burturav

Flogfelagið SAS boðar í morgun frá, at tað hevur selt burtur av sínum virksemi

SAS hevur selt flogfelagið Cimber Air, sum SAS keypti fyri tveimum árum síðani. Keypari er írska felagið CityJet. Samstundis hevur SAS selt 11 flogfør av slagnum CRJ900.

Hetta upplýsir SAS í einari fráboðan á partabrævamarknaðinum í morgun, skrivar finans.dk.

Sambært SAS er sølan av Cimber Air partur av ætlan hjá SAS um leiga flogfør við manning til regionala flúgving heldur enn at røkja hesa flúgving við egnum flogførum.

Prísurin á handlinum verður ikki upplýstur, men SAS sigur, at sølan fer at ávirka úrslitið negativt við umleið 15 milliónum krónum.

SAS roknar við at spara pengar í rakstrinum, nú felagið skal leiga flogfør heldur enn at eiga til ei part av sínum virsemi.