Flogfelagið SAS boðaði í dag frá, at teir gevast at flúgva til Grønland, SAS hevur um sumrarnar flogið millum Kastrup og Kangerlussuaq.
Frá SAS verður sagt, at tað at teir gevast við flúgvingini til Grønland, er ein partur av eini stórari umlegging av teirra flogferðslu.
Umleið 3600 fólk høvdu longu keypt ferðaseðil, frá SAS, til Grønland í summar, men SAS hevur gjørt eina avtalu við Air Greenland, um at ferðafólkini kunnu flúgva við Air Greenland ístaðin.
-Vit eru fegin um, at vit kunnu átaka okkum uppgávuna, at hjálpa SAS, segði Michael Binzer frá Air Greenland, við KNR.