SAS flytir sviar úr Tokyo

Svenska uttanríkisráðið hevur biðið SAS um hjálpt til at flyta svenskar ríkisborgarar úr japanska høvuðsstaðnum, Tokyo. Orsøkin er vandin fyri einari vanlukku á Fukushima-kjarnorkuverkinum.

Leiðslan í SAS hevur havt samband við myndugleikarnar í Noregi og Danmark fyri at vita, um tey eisini vilja hava sínar ríkisborgarar úr Tokyo. Men sambært danska kringvarpinum tóku londini ikki av tilboðnum.

Av tí at teinurin úr Tokyo til Svøríkis er so langur, hevur SAS gjørt av at flyta teir svensku ríkisborgararnar úr Tokyo til Bangkok fyrst og síðani haðani til Keypmannahavnar.

Sum skilst eru umleið 2.000 sviar í Japan, men tað er ikki greitt, hvussu nógvir teirra vilja sleppa haðani.