##med2##
Felagið fegnast eisini um nýggja eigarabólkin, sum er mannaður við kapitalgrunninum Castlelake, flogfelagnum Air France-KLM, Lind Invest og danska statinum.
Tað stendur í tíðindaskrivi í morgun.
- Hetta er ein nýggj byrjan hjá SAS. Felagið kemur aftur sum eitt kappingarført og fíggjarliga sterkt felag við styrktum kapitalbygnaði, stendur í fráboðanini.
Eigarabólkurin hevur í felag avtalað at skipa eina nýggja nevnd, sum verður stýrdur av 63 ára gamla Kåre Schultz.
Fram til endan av 2022 var danski Schultz stjóri í ísraelska Teva. Hann hevur áður verið varastjóri í Novo Nordisk og toppstjóri í Lundbeck.
- SAS hevur gjørt eitt øgiliga imponerandi arbeiði við at navigera ígjøgnum umskipanarmannagongdirnar og við at byggja upp eina kappingarføra fyritøku, sum er klár til vøkstur, sigur hann.
Hann tekur við eftir Carsten Dilling, sum hevur verið formaður síðan 2018.
Kåre Schultz hevur fyrr verið við til at fáa fyritøku á rætta kós. Hetta gjørdi hann millum annað við danska Lundback og síðani Teva.
Tað kemur ikki óvart á, at drúgva konkursverndartilgongdin nú er liðug. Áður boðaði SAS sjálvt frá, at tað kundi gerast um summarið.
Skuldarrakta felagið søkti um konkursverju í USA miðskeiðis í 2022 og fór síðani undir sokallaðu kapittul 11 tilgongdina.
Hetta gav SAS frið at fokusera á at bøta um støðuna hjá felagnum.
Bæði ein dómstólur í USA, ES og svenska rættarskipanin hava síðani góðkent uppreisingarætlanina hjá SAS.
Nýggju eigararnir koma við eini íløgu uppá 1,2 milliardir dollrar, svarandi til góðar átta milliardir krónur.
SAS tók fyri stuttum eitt av teimum stóru stigunum til at enda tilgongdina, tá felagið varð avskrásett á virðisbrævamarknaðinum. Tað hendi 13. august.
Nú skal felagið hyggja frameftir, sigur Jacob Pedersen, leiðari fyri partabrævagreining í Sydbank.
- Eftir stóru bjargingarroyndina er SAS í munandi betri støðu fíggjarliga, sigur hann.
- Felagið hevur nógv minni skuld, nógv lægri kostnað, og tú hevur fingið nýggjar pengar í kassan frá nýggju eigarunum.
Fyrsta og størsta uppgávan hjá Kåre Schultz verður at leggja eina ætlan fyri, hvussu fyritøkan kann vaksa, metir Jacob Pedersen.
- Nú er SAS nærum minkað varandi seinastu 20 árini, men nú fáa vit helst eitt SAS, sum hevur meira áræði at vaksa, sigur hann.
/ritzau/