-Flogfarið var um at detta niður. Flogskipararnir og eftirlitsmaðurin á flogvøllinum ivaðust ikki í, at tað fór at detta niður, áðrenn tað kom niður á lendingarbreytina.
Soleiðis stendur at lesa í einari frágreiðing, sum svenska skaðanevndin almannakunngjørdi í gjár. Nevndin sigur, at í veruleikanum var tað eitt lítið tekniskt brek, sum mundi endað við einari stórari vanlukku. Niðurstøðan hjá nevndini er, at flogskipararnir fylgdu ikki teirri føstu mannagongdini, tá flogfarið fekk trupulleikar.
SAS-flogfarið var á veg úr Stockholm til Kalmar, tá ávaringartólini søgdu frá, at propellin á øðrum motorinum var ov heit. Undir slíkum umstøðum skal flogskiparin sløkkja motorin. Tað gjørdi hann ikki, men lat motorin ganga í tómgongd. Tað gjørdi, at propellin gav nógva luftmótstøðu, og at flogfarið dalaði longri og longri niður, men till alla lukku kom tað inn yvir flogvøllin, áðrenn ov seint var.
69 ferðafólk vóru við flogfarinum, og manningin taldu fýra.