Tann 1. oktober fer Mats Jansson frá sum stjóri í skandinaviska flogfelagnum SAS, og nú er greitt, at ein annar svii skal taka við eftir hann. Nevndin í felagnum hevur gjørt av at seta 46 ára gamla Rickard Gustafson í stjórastarvið. Hann er nú aðalstjóri í tryggingarfyritøkuni Codan/Trygg-Hansa.
Nýggi stjórin kann tó ikki seta seg í stjórastólin í SAS fyrr enn í mars, og hesa tíðina skal John Dueholm virka sum stjóri.
Rickard Gustafson er føddur og uppvaksin í Stockholm. Hann er útbúgvin verkfrøðingur. Síðani 2006 hevur hann verið forstjóri í Codan/Trygg-Hansa.