-Kanska var Saddam Hussein vandamikil fyri Vesturheimin, men vit kunnu í øllum førum staðfesta, at SARS-virusið er ein munandi størri hóttan, enn irakski leiðarin nakrantíð hevur verið.
Tað sigur enski virusserfrøðingurin Patrick Dixon. Hann vísir á, at SARS breiðir seg sera skjótt. Eru 1.000 fólk smittað í einum býoi, kunnu vit rokna við, at talið er tvífaldað eftir fjúrtan døgum, sigur hann. Var talan um eyðkvæmi, hevði tað tikið tvey ár, áðrenn talið á smittaðum varð tvífaldað, sigur Patrick Dixon.
Hann starvast á London School of Economics, men er útbúgvin lækni og hevur í fleiri ár kannað smittusjúkur og teirra ávirkan. Hann heldur, at politikararnir eiga nú at síggja vandan við teirri nýggju sjúkuni.
-Hetta er ikki longur bara eitt mál hjá heilsumyndugleikunum í teimum einstøku londunum. Leiðararnir í Vesturheiminum eiga at seta seg saman fyri at finna eina felags mannagongd fyri, hvussu sjúkan skal basast, sigur Patrick Dixon.
Sjálvur heldur hann, vandin fyri, at SARS kann gerast ein heimsumfatandi umfarssjúka er stórur.
-SARS breiðir seg frá einum persóni til annan, og eingin hevur nakran heilivág til at forða hesum. Ein kann verða smittaður uttan at hava havt nakað samband við smittuberan, tí smittan er virkin í 24 tímar. Tað ber als ikki til at samanbera SARS við eyðkvæmi. Vandin fyri at fáa eyðkvæmissmituna er so lítil, at tú kanst fáa blóð frá einum HIV-smittaðum heilar 200 ferðir uttan at fáa smittuna. Tá vit tosa um SARS, er myndin ein heilt onnur. Tær nýtist bert at seta teg í ein stól, sum ein SARS-smittaður sat í dagin fyri. Tað er nóg mikið, sigur Patrick Dixon.