Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, er undir illgruna fyri at hava svika við peningi undir hansara seinasta valstríði. Tað upplýsir franska ákæruvaldið.
Tað var, tá hann royndi at vinna forsetavalið í 2012, at hann, sambært ákæruvaldinum, skal hava brúkt tvífalt ta upphæddina, ið fronsk forsetavalevnir hava loyvið at brúka.
Tíðindini um, at hann er undir illgruna vórðu játtað, aftaná at løgreglan hevur avhoyrt hann í allan dag. Nicolas Sarkozy hevur alla tíðina avnokta, at hann hevur gjørt nakað ólógligt.
Frammanundan er ákæra um peningasvik reist móti fýra persónum, ið arbeiddu fyri fyrrverandi franska forsetan undir seinasta valstríði.
Nýggju ákærurnar eru komnar undan kavi einans eitt ár áðrenn forsetavalið í Fraklandi, har tað var væntað, at Nicolas Sarkozy fór at bjóða seg fram sum forsetavalevni.

Nicolas Sarkozy. Mynd: Polfoto
Sarkozy undir illgruna fyri peningasvik

Nicolas Sarkozy. Mynd: Polfoto

Nicolas Sarkozy. Mynd: Polfoto

Nicolas Sarkozy. Mynd: Polfoto

Nicolas Sarkozy. Mynd: Polfoto

Nicolas Sarkozy. Mynd: Polfoto

Nicolas Sarkozy. Mynd: Polfoto