Sarah Palin, fyrrverandi guvernørur í amerikanska statinum Alaska, sigur nú, at tað er ikki heilt óhugsandi, at hon fer at royna at gerast forsetavalevni hjá republikanska flokkinum til forsetavalið í 2016. Tað segði hon við sjónvarpið CNN í gjár.
Spurd, um hon fer at bjóða seg fram, um eingin av teimum, sum nú kappast um at stilla upp, fær nóg stóra undirtøku á landsfundinum hjá republikanarunum í august, svaraði Sarah Palin, at so fer hon at umhugsa, hvat hon kann gera fyri land sítt.
-Alt er hugsandi. Eg fari ikki at læsa nakra hurð, sum kanska stendur opin um stutta tíð. Nei, tað geri eg ikki, segði Sarah Palin við CNN og legði afturat, at hon fer á landsfundin í august, tá republikanararnir endaliga skulu gera av, hvønn teir skulu stilla upp ímóti Barack Obama, forseta.