Fyrrverandi guvernørurin í Alaska og fyrrverandi forsetavalevnið Sarah Palin var ikki serliga blíorðað, tá hon gav amerikonskum tíðindafólkum eina seinastu heilsan í sambandi við, at hon hevur gjørt av at fara frá í úrtíð.
-Gevist nú við hasum leysasøgunum, segði hon við tíðindafólkini.
Sarah Palin hevur fyrr sagt, at hon hevur valt at fara frá í úrtíð fyri at sleppa undan, at ávís viðurskifti í sambandi við hennara embætisførslu verða kannað.
Tað vóru kortini ikki bara tíðindafólkini, sum fingu av at vita frá fráfarna guvernørinum. Tað politiska umhvørvið fekk sítt, skrivar AP.
Sarah Palin var varaforsetavalevni hjá republikanarunum í fjør, men hon vil ikki siga, um hon fer at stilla upp sum forsetavalevni í 2012.