Havnar Svimjifelag skipar fyri úttøkukapping í dag, og hetta er seinasti møguleiki hjá føroysku svimjarunum at náa kravtíðirnar til Oyggjaleikirnar á Jersey og evropisku leikirnar í Baku í Aserbaidjan í summar. Freistin at náa kravtíðirnar er nevniliga í dag.
Í gjár høvdu fleiri svimjarar orsøk at fegnast, tí teir náddu kravtíðirnar, skrivar heimasíðan svimjing.com. Millum teirra vóru Óli Mortensen og Marius Ihlen Garðshorn úr Havnar Svimjifelag í 400 metur frí hjá monnum, Astrið Foldarskarð og Lív Eidesgaard (Havnar Svimjifelag) og Jonna Bjartalíð Thomsen (Ægir) í 50 metrum firvald, Alvi Hjelm (Ægir) og Bartal Hestoy (Havnar Svimjifelag) í 200 metrum blandað og Sára Ryggshamar Nysted úr Susvim í 200 metrum blandað og Sára Ryggshamar Nysted og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard í 800 metrum frí.
Sára Ryggshamar Eidesgaard setti tvey nýggj føroyskt met. Í 200 metrum blandað er nýggja metið 2:19.78, sum er gott og væl hálvt sekund betri enn gamla metið hjá Poulu Ø. Mohr, frá 2012.
Gamla metið í 800 metrum var sorlað sundur, snøgt sagt. Bæði Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Sára Ryggshamar Nysted svumu skjótari enn gamla metið og til gull nál í gjár. Nýggja føroyska metið hevur tó Sára Ryggshamar Nysted, við tíðini 8:55.42. Sára svam næstan tvey sekund skjótari enn Vár, ið sum sagt eisini svam skjótari enn gamla metið, so gamla metið var væl og virðiliga knúst.
Í kykmyndini omanfyri ber til at síggja Sáru Ryggshamar Nysted seta føroyskt met í 200 metrum blandað.










