Sápubløðrur í Reinsarínum

Leygardagin klokkan 17 verður familjukonsert í Reinsarínum, tá tríggjar av barnastjørnum okkara trína á pallin.

Leygardagin kl. 17 fara tríggjar skínandi barnastjørnur á pallin 
á Reinsarínum í Havn. Maria á Lakjuni, Beinir Troest Rasmussen og 
Rakul Ró Steintórsdóttir fara saman við góðum tónleikarum at 
framføra burturúr rúgvuni av frálíkum løgum, sum tey hava 
sungið seinastu 2-3 árini.

 

Maria á Lakjuni fer at syngja løg av 
fløguni Vøkur er verðin, og Beinir fer at syngja løg av fløguni 
Kom við. Báðar fløgurnar komu út í fjørsummar. Rakul Ró fer at 
syngja sínar kendu Kularøtur-sangir. Eisini fara øll 3 at syngja 
nøkur løg saman.



Beint fyri jól høvdu tey eina væleydnaða konsert í hugnaligu 
Spaniastovu. Eftir konsertina í Klaksvík hildu tey, at tey fegin 
vildu syngja fyri børnum og vaksnum i Havn eisini. Hetta verður 
fyrsta ferðin Rakul Ró, Maria og Beinir syngja á Reinsarínum, og 
tey vóna at síggja nógv glað andlit í nýggja árinum.

- Kanska verður pláss fyri onkrum jólalagi eisini – og nøkrum sponskum 
sápubløðrum, siga ungu songfuglarnir.