Sapp in Suðuroy vann

Startup Føroyar var í Suðuroy um vikuskiftið

Tað bleiv Sapp in Suðuroy, ið gjørdist vinnarin av fyrsta Startup Suðuroy.


Tey trý Anna Djurhuus í Vági, Hjørdis Petersen í Hovi og Bárður Hansen av
Tvøroyri áttu vinnandi hugskotið, ið snýr seg um eina app, har ferðafólk fáa eina persónliga uppliving og vegleing um alt, sum er í og fyriferst í Suðuri.

 

Hini hugskotini snúðu seg um ein serligan kreativan depil, eina effektivari flósku innsavnan í eium, og framleiðslu av Merkinum, hagani tað upprunaliga stavaði, í Fámjin. 


- Startup vikuskiftið er eitt konsept, har endamálið stutt og greitt er at fáa flutt tað
hugskotsríkidømi, sum finst í lokal økinum, nærri eini kommersiellari realisering.
At vísa, at tað ber til, og at fáa fleiri at taka stigið. At geva luttakarunum áræði
og eitt netverk til at føra teirra hugskot út í veruleikan, sigur Rani Nolsøe, leiðari í Iverksetarahúsinum.


Heilt sentralt í konseptinum eru íverksetarar, sum hava royndir við fyritøkum, og
sum virka sum mentorar hjá luttakarunum á Startup. Higartil hava Ólavur
Ellefsen, Regin W. Dalsgaard, Niklái Nysted, Jutta Helgadóttir og
Íverksetarahúsið virkað sum mentorar.


Ætlanin er at skipa fyri fleiri slíkum átøkum runt um í landinum, og næsta
Startup verður í Sandoy 25. til 27. oktober.