Sannlíkt er, at Gareth Southgate fer at halda fram sum enskur landsliðsvenjari til EM-endaspælið er lokið á sumri í 2024.
Tað er SkySports, ið sigur seg vita frá álítandi keldum, at Southgate fer at halda fram í starvinum. Sambært SkySports fer Southgate at boða frá hesum áðrenn jólini eru í hondum.
Fótbóltsserfrøðingurin hjá SkySports, Gary Neville fegnast um hesi tíðindini, og er sannførdur um, at Southgate eigur at halda fram sum landsliðsvenjari hjá Onglandi. Gary Neville vónar ikki, at Southgate fer aftur í eitt vanligt høvuðsvenjarastarv hjá einum felagsliði, tí tað er eingin ensku venjari, ið hevur líka nógvar royndir frá endaspølum sum Southgate.
Við Southgate á odda vann enska landsliðið seg í EM-finaluna í fjør, og í HM-hálvfinaluna í 2018. Hesaferð gjørdist talan um eitt 1-2 tap fyri Fraklandi í fjórðingsfinaluni í einum dysti, ið Ongland kundi havt vunnið.
Gary Neville heldur avgjørt, at enska landsliðið hevur ment seg við Gareth Southgate sum landsliðsvenjara.