Sannleikin er nógv skitnari enn so

Sigmund Poulsen, adv.
sigmund@advokatvirkid.fo
-------
Góði Kári á Rógvu
Eg síggi at tú ert eftir mær í Sosialinum í kvøld og sigur, at eg sum advokatur hjá Starvsmannafelag ikki vildi ikki prógva Starvsmannafelagsins sjónarmið í Fasta Gerðarrætti í málinum um portørverkfallið.
Men nú skalt tú bara hoyra:
Onki er meira skeivt enn tað. Sannleikin er nógv meira skitin: Sannleikin er, at vit sluppu ikki at føra okkara prógv!
Eg fekk 1½ tíma freist at møta upp til fyrireikandi fund í Fasta Gerðarrætti eftir at Fíggjarmálaráðið hevði reist málið. Sum tey hampuligu fólk, tey á Starvsmannafelagnum og eg eru, so fóru vit avstað í teirri trúgv, at hetta jú bara var tann fyrireikandi fundurin eftir § 8 nr. 4 í reglunum fyri Fasta Gerðarrætt.. Tað vísti eg eisini á og førdi fram á sjálvum fundinum. Rættarformaðurin rótaði eitt sindur runt í pappírunum, mutlaði at so var.....eg ivaðist heldur ikki í, at rættarformaðurin kendi og vildi halda reglurnar.
Men hvat hendir......eftir at bakgrundin fyri verkfalsfráboðanini og onnur formalia eru umrødd, biður rættarformaðurin mótpartsins advokat um at greiða frá sínum sjónarmiðum. Eg spyrji aftur, um tað skal gerast á hesum fundi. Svarið var kámt – man vildi bara hoyra, hvat vit høvdu at siga.
Eg hevði sjálvur onga proceduru fyrireikað av teirri einføldu grund, at talan var um fyrireikandi fund eftir § 8, nr. 4 í reglunum, men biðin greiddi eg so frá støðuni hjá mínum klienti. Mótparturin gjørdi nógv burturúr og hevði hevði bæði bókina um »Kollektiv Arbejdsret« eftir Per Jacobsen og aðrar danskar teoretikarar við sær og las óført úr teimum....... eg hevði nú mína tiltrúgv til, at tað kundi eg venda aftur til á úrskurðarfundinum, smb § 8 nr. 4,litra f. smb. nr. 5.
Tá hetta var avgreitt, skuldu vit fáa nærri boð – at tað var um sjálvan úrskurðin, gekk sætt at siga ikki ordiliga upp fyri mær fyrr enn løtu seinni.
Altso: Eingin úrskurðarfundur yvirhøvur!
Hetta endurtók seg í tí seinna málinum. Nakrir fáir tímars freist, men tá var eg eitt sindur betur fyrireikaður, tí eg óraði ilt.
Viðvíkjandi spurninginum um rættarsiðvenju segði eg, at sjálvandi ikki hevði havt tíð at skjalprógva, men at eg gekk út frá, at Fasti Gerðarrættur, eins og hvørt mansbarn í Føroyum, var vitandi um at verkføll í Føroyum ongantíð hava verið fráboðað við freist, men at um so var, at man ikki kundi leggja tað til grund, so vildi eg hava tíð til at leggja próvtilfar fram.
Eg viðmerkti eisini, at hetta var so alment kent, at eg setti fram tað, sum á rættarmáli verður nevnt »provokatión« um, at mótparturin prógvaði bara eitt verkfall í Føroyum, sum hevur verið lýst við freist (Provokatiónin varð sjálvandi ikki uppfylt, og ein og hvør rættarpraktiserandi juristur eigur at vita, at ein ósvarað provokatión hevur skaðavirkning fyri tann, sum ikki vil ella kann uppfylla hana – og tað var munandi betri tíð at skjalprógva eitt verkfall við freist enn 50 ella 100 við ongari freist)
Men søgan endurtók seg – málið tikið upp til avgerðar uttan úrskurðarfund! Uttan at Fasti gerðarrættur segði seg vera í iva um nakað ella bað um nærri próvførðslu fyri siðvenju. Minst til, at vit høvdu góða tíð, heilar 72 tímar.
Og so kemur rættarformaðurin sær at fara alment í útvarpið við einum láturligum líknilsi um reyð jarðarferðarklæðir..... hatta er eftirrationalisering við lít. Tú hevur eftir øllum at døma ikki lisið úrskurðin rættiliga væl, tí legg til merkis, at spurningur um rættarsiðvenju slettis ikki avgerandi fyri úrskurðin hjá Fasta Gerðarrætti – tað framgongur beinleiðis av dómsgrundunum, at tað er líkamikið fyri úrskurðin.
Úrskurðurin byggir heilt einfalt á, at dómararnir persónliga halda, at verkføll eiga at vera fráboðað við freist. Onki annað!
Nú hava bæði tú og rættarformaðurin verið alment frammi og roynt at turkað hendan »bukkin« hjá Fasta Gerðarrætti í meg. Tað haldi eg er sera óprofessionelt og óalmindiliga feigt. Sjálvur havi eg ikki – nettupp tí tað er sera óprofessionelt av dómarum, advokatum og í hesum føri eisini nevndarformanni alment at umrøða innsatsin hjá hvørjum øðrum í konkonkretum sakum; men hatta, sum tú førir fram í Sosialinum gjørdist mær ovboðið. Eg eri ikki tann, sum fer í bløðini við líkum og ólíkum, men nú gjørdist mær ovboðið. Hatta, sum tú førir fram, kann eg ikki lata standa ósvarað, tí tað er fullkomiliga skeivt.
Um avgerðina hjá Fasta Gerðarrætti um portørverkfallið er annars at siga, at talan er um eina avgerð, sum í besta lagi er materielt skeiv, tí mann ikki hevur hugsað seg nóg væl um; men eg eri bangin fyri, at hon eisini formliga er so skeiv, at hon er ógildug í sínari heild. Tað er klárt og greitt fyriskipað í omanfyri nevndu ásetingum í sáttmalanum um Fasta Gerðarrætt, at úrskurðarfundur skal vera. Tað er møguligt, at tit ikki halda, at tað hevur nakran týdning at halda úrskurðarfund, men mín greiða fatan er, at slík áseting er ein so grundleggjandi rættartrygd, at avgerðin fellur øll, um hon ikki verður hildin.
Lesur tú úrskurðin hjá Fasta Gerðarrætti, so sær tú, at eg hóast alt ávarðaði Fasta Gerðarrætt staðiliga ímóti at gera henda úrskurð, tí at júst tað so fór at henda, sum nú er hent: Álitið á Fasta Gerðarrætt er fokið, men tað er sanniliga ikki mín skyld.