Ósannlíkt at Miðflokkurin stillar upp

Tað er lítið, sum bendir á, at Miðflokkurin stillar upp til kommunuvalið

Miðflokkurin hevur ikki tikið endaliga støðu viðvíðkjandi uppstilling til kommunuvalið.

 

Flokkurin hevði landsnevndarfund í gjár og har var ikki stór undirtøka fyri uppstilling, hvørki í Havn, Klaksvík ella aðrastaðni.

 

Sum skilst, so hevur tað verið uppá tal, at Miðflokkurin skal stilla upp í Klaksvík, men av ymsum orsøkum, so er tað ikki komið endaliga komið uppá pláss enn.

 

- Tað er lítil áhugi hjá Miðflokkinum at stilla upp til kommunuval í løtuni, men vit útilokað ongar møguleikar fyrrenn freistin er farin, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

 

Jenis av Rana sigur, at hjartamálini hjá flokkinum eru ongantíð uppi at venda í kommunalum høpi og tí er tað ikki beinleiðis upplagt, at flokkurin stillar upp.

 

- Tað er nokk eisini av orsøkunum, at Miðflokkurin ikki klárar seg so væl til kommunal val, at málini, ið flokkurin byggir á, ikki verða tikin upp kommunalt.

 

Tað var einaferð uppá tal, at Miðflokkurin kundi stillað upp á listanum hjá Javnaðarflokkinum, men tað kom ongantíð víðari, sigur Jenis av Rana.

 

- Um vit ikki stilla upp og okkurt av valevnum floksins hevur hug at stilla upp á øðrum lista, so er tað eingin trupulleiki fyri okkum, sigur Jenis av Rana.