Sannførandi Pól Jóhannus í AaB

Venjarin hjá AaB, Kent Nielsen, sigur at føroyski landsliðsleikarin, sum hevur gjørt hálvtára sáttmála við felagi, spældi sannførandi í venjaringardysti.

 

– Eg eri bilsin av, at Pól Jóhannus megnaði at spæla allan dystin. Tað var ongantíð ætlanin, at hann skuldi tað, greiðir Kent Nielsen frá á heimasíðuni kanalsport.dk.

 

Pól Jóhannus spældi í miðverjuni, og hin miðverjin gjørdist skaddur undir dystinum.

- Tá hesin noyddist út við skaða, høvdu vit ikki annað vaæ enn at lata Pól Jóhannus spæla, men hann spæla bæði væl og sannførandi. Nú skulu vit so brúka tað, ið eftir er av vikuni til at venja og hyggja nærri at honum, sigur Kent Nielsen.

 

Eitt sjónbandabrot frá venjingardystinum millum AaB og Blokhus er at síggja er: www.kanalsport.dk/index.php/tv/clip_id=45063