Sannførandi meistarar

Eingin ivi var um, hvat var besta liðið í unglingadeildini í talvi í ár. Vestmanna talvfelag endaði hálvt áttanda stig framman fyri næsta liðið í deildini, sum var úr Gøtu. Ikki minst var tað stórspæl av John Martin Andreasen, sum staðfesti oddastøðuna hjá vestmenningum. John Martin telvaði níggju talv í kappingini, og vann tey øll! Og tað var eingin annar telvari, sum honum hetta kynstrið eftir.
Endaliga støðan í unglingadeildini gjørdist hendan:

1VT28,0
2GTa20,5
3KTFa19,5
4GTb18,0
5HT16,5
6KTFb16,5