Pápi hevur altíð verið álitismaður sum fáur. Longu sum 14 ára gamal bleiv hann “maður í húsinum” tá hann sum einsamallur beiggi saman við 6 systrum misti pápan.
Evnini og heilsan hava altíð verið góð, so hann hevur ikki tikið skaða av at arbeiða nógv og hart.
Eftir barnaskúlan fór hann í læru sum timburmaður, og eftir at hava smíða í nøkur ár, fór hann fyrst í 60’unum at starvast á Tøtingarvirkinum, har hann var í 23 ár, tey flestu sum formaður.
Sjónáttúran hevur altíð verið ring, men hevur hann tó roynt sjólívið í styttri tíðarskeið. Á yngri árum var hann við Kongshavn og í 80’unum var hann nakrar túrar við Jupiter. Eftir hetta hevði hann fast starv hjá Landsverk, sum arbeiðsformaður, inntil hann fall fyri aldursmarkinum hjá tí almenna.Síðan tá arbeiddi hann á Aluplast,og hesi seinastu 2 árini hevur hann smíða saman hjá tí elsta versoninum.
Á øðrum økjum hevur pápi eisini verið virkin, og er tað enn. T.d. hevur hann verið deknur við Gøtu kirkju líka síðan 1972. Hann hevur sitið í kirkjuráðnum, stýrinum fyri missiónshúsið, skúlanevndini, verið formaður í Samhald og øðrum álitissessum við.
Í frítíðini dámar pápa væl at verða úti í náttúruni. Sum yngri var hann røktingarmaður, og hann hevur altíð havt stóran alsk til djór – sjálvur hevur hann bæði seyð og gæs, sum hann gongur upp í við lív og sál.
Danir plaga at siga nøkulunda soleiðis: “Bag enhver mand, er der en kvinde”, og soleiðis er eisini í hesum førinum. Mamma er fødd og uppvaksin í Króki á Toftum, saman við sínum 5 systkjum. Sum gentur flest tá á døgum, fór mamma sum blaðung genta út at tæna, og seinni á húsarhaldsskúla í Danmark. Evnini í einum køki eru ógvuliga góð. Ikki eru tað so fáar køkur og annað gott sum eru farin í okkara búkar.
Serliga stuttligt og hugnaligt var at verða í bønum um sumrarnar. Tá gjørdi mamma drekkamunn á primus, og so hevði hon altíð nýbakaða kaku, vaflur og nýgjørt súltutoy við til okkum.
Til hendurnar er mamma eisini ófør, og mong eru pløggini hon hevur bundið og seyma, bæði til okkum, ommubørnini og onnur við.
Mamma hevur næstan øll árini verið heimaarbeiðandi, og hevur verið pápa og okkum børnum ein hollur stuðul. Sum børn minnast vit hvussu deiligt tað var, at mamma var heima tá vit komu úr skúla. So skjótt sum hurðin var latin upp, bleiv spurt eftir mammu, og man føldi luktin av nýbakaðum køkum ella bollum, men um mamma ikki var inni, so var tað sum um eingin var heima.
Í dag eiga mamma og pápi 21 ommu- og abbabørn, sum tey ganga uppí við lív og sál. Vit systkin við familju vilja við hesum fáu orðum ynskja tykkum hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, við ynskum um eina ríka og av Gudi signaða framtíð. Eisini takka vit tykkum fyri alt tað tit hava verið og framvegis eru fyri okkum.
Vælkomst verður í kirkjukjallaranum frá kl. 11 til kl. 15 leygardagin tann 22. september.