Nú finnar í dag skulu velja, hvør skal sita í finska tjóðartinginum, Eduskunta, eru útlit fyri, at valið verður sera javnt.
Landsins tríggir størstu flokkar, Javnaðarflokkkurin (SDP), Savningarflokkurin og Sannir Finnar, liggja næstan lið um lið í kanningunum.
Forsætisráðfrúan úr Javnaðarflokkinum, 37 ára gamla Sanna Marin, skal royna at varðveita stjórnarvaldið.
Í gjár tosaði hon við stuðlar sínar og ávaraði ímóti at velja til høgru.
– Høgravongurin bjóðar eitt alternativ, sum ger lívið súrt hjá okkum øllum, og skerjir veitingar og livibreyðið hjá teimum fátækastu.
– Vit hava ein møguleika fyri at velja eitt betri alternativ, segði forsætisráðfrúan.
Í Finnlandi er tað vanliga tann flokkur, sum fær flestar atkvøður, sum fær forsætisráðið.
Sambært seinastu veljarakanning frá sjónvarpsstøðini Yle hevur Savningarflokkurin stuðul frá 19,8 prosentum, meðan ES atfinningarsami tjóðskaparflokkurin Sonnu Finnar liggur á 19,5 prosentum.
Formaður hjá Sonnu Finnum er Riika Purra.
Forsætisráðfrúan Sanna Marin og Javnaðarflokkurin liggja á einum triðja plássi í kanningini við stuðuli frá 18,7 prosentum.
Marin hevur verið væl umtókt í politikki kring allan heimin, har hon verður sædd sum eitt rollumodel fyri framsóknar nýggjar leiðarar. Hon er eisini væl umtókt millum finskar veljarar – serliga millum ungar moderatar veljarar.
Millum konservativar finnar er hon tó ikki vælumtókt vegna tað, teir halda vera gávumildan fíggjarpolitikk, tá tað kemur til pensjónir og útbúgving.
Savningarflokkurin leggur Marin undir at gera finska búskapin veikari í eini tíð, har Evropa er í orkukreppu vegna russisku innrásina í Ukraina.
Flokkurin hevur lovað at avmarka almennu nýtsluna og steðga hækkandi almennu skuldini, sum er komin upp á 70 prosent av finsku bruttotjóðarúrtøkuni (bnp), síðani Marin kom til valdið í 2019.
Sannir Finnar lova eisini sparipolitikk, men floksins fremsta mál er at minka tað, sum Riika Purra nevnir »skaðiliga« immigratión úr londum uttan fyri ES.
Valhølini lata upp klokkan 09.00 og lata aftur klokkan 20.00. Fyrstu valúrslitini frá brævatkvøðum koma væntandi beint eftir klokkan 20.00 finska tíð.
/ritzau/AFP