Sanna á Borg vart ph.d. um kolesterol í Føroyum

Fríggjadagin 27. januar vardi Sanna á Borg, lækni á Landssjúkrahúsinum, ph.d.-ritgerð sína um ættar-hyperkolesterolemi í Føroyum.

 

Hetta skrivar gransking.fo.

 

Nógv fólk vóru í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Sanna á Borg helt fyrilestur um ph.d.-verkætlan sína og granskingina, sum hon hevur gjørt í samstarvi við fleiri starvsfelagar á Landssjúkrahúsinum og vegleiðarartoymið í Aalborg.

 

Eftir eina greiða og áhugaverda gjøgnumgongd fingu metingarfólkini orðið. Teir róstu Sannu á Borg fyri eitt sera gott og umfatandi arbeiði og eina framúrskarandi framløgu. Serligur dentur varð lagdur á fyrstu greinina, sum hevur lagt eina dygga grund undir restina av granskingini á hesum økinum í Føroyum.

 

Kjakið var gott og eisini sera stuttligt til tíðir. Sanna á Borg stóð seg væl og svaraði spurningunum greitt. Semja var um, at tað er ovmikið av tilfari fra hesi verkætlanini, sum tað er vert at arbeiða víðari við.

 

Eftir stuttan fund kunngjørdi formaðurin í metingarnevndini, at nevndin var einmælt samd um, at Sanna á Borg hevur lokið krøvini til ph.d. og mælti til, at hon fær ph.d.-heitið.

 

Á myndini niðanfyri er Sanna saman við vegleiðarunum og metingarfólkunum beint eftir verjuna.

 

Um verkætlanina

 

Ritgerðin kallast: “Familial hypercholesterolemia in the Faroe Islands”. Hon er sett saman av 4 vísindaligum greinum og eini samanskriving.

 

Sanna á Borg hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Aalborg Universiteti, Institut for klinisk medicin. Hon hevur arbeitt við verkætlanini á Landssjúkrahúsinum.

 

Albert Marni Joensen, lektari á Aalborg Universitet, hevur verið høvuðsvegleiðari í verkætlanini.

 

Hjávegleiðararnir vóru Michael René Skjelbo Nielsen, serlækni á Hjerteklinik Nordjylland, Christian Sørensen Bork, lækni á Aalborg Universitetshospitali, Erik Berg Schmidt og Peter Søgaard, báðir professarar á Aalborg Universitet.

 

Í metingarnevndini vóru:

 

Søren Risom Kristensen, professari, á Aalborg Universitet, formaður

Finn Lund Henriksen, lektari á Syddansk Universitet

Anders Hovland, lektari á Universitet i Tromsø

 

Hetta er ein verkætlan, sum byrjaði fyri nógvum árum síðani. Tað var Rudi Kollslíð, serlækni á Landssjúkrahúsinum, sum tók stig til arbeiðið og byrjaði eina ph.d.-verkætlan. Av ymsum orsøkum tók Sanna á Borg yvir verkætlanina, sum nú er lokin.

 

Granskingarráðið stuðlaði verkætlanin úr Sjúkrakassagrunnninum.

 

Ættar-hyperkolesterolemi

 

Ættar-hyperkolesterolemi - Familial Hypercholesterolemia stytt FH - er støða við ov høgum kolestoreli í blóðinum, sum ikki kemur av lívsstíli, men arvi. Um hetta ikki verður viðgjørt, so er vandi fyri æðrakálking í hjartanum og at doyggja tíðliga og ofta brádliga av hjartatilburði. Endamálið við hesi ph.d.-verkætlanin hevur verið at lýsa og meta um støðuna við kolesteroli í blóðnum í Føroyum og harafturat at kanna møguligar orsøkir til og títtleika av ættar-hyperkolesterolemi í Føroyum, skrivar gransking.fo, og har sæst eisini meira um verkætlanina.