Sangurin hevur spæl ein týdningarmiklan leiklut í at varðveita tjóðskaparliga samleikan. Gjøgnum sangin knýta tit samfelagslig bond og sangurin hevur givið tykkum undirhald gjøgnum tann langa veturin, sigur Amelia Parker.
24 ára gamla Amelia Parker er komin til Føroya at skriva høvuðsritgerð sína um samspæli millum føroyskan sang og føroyskan samleika. Hon lesur tónleikavísind í Oxford.
- Sangurin hevur altíð verið ein týdningarmikil partur av mentanini her og eg haldi, at ov lítið av gransking er gjørd á økinum, sigur hon. Hon kennist ikki við stórvegis aðra gransking og ofta hevur hon verið noydd at greiða fólki frá, hvagar hon fer. Tað er tíverri so, at tey fæstu enn vita, hvat og hvar Føroyar eru.
Amelia Parker sigur, at hon altíð hevur havt áhuga í oyggjasamfeløgum. Hon var bjóðað til eina ráðstevnu her í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, men tá lá ikki fyri.
- Hendan innbjóðingin vakti tó mín áhuga. Eg kannaði tí tónleikin nærri og skilti, at her er nógv at heinta, sigur hon.
Hon sigur, at mongdin av tónleiki í samfelagnum er nógv størri í Føroyum enn aðrastaðni.
- Tað eru fá støð í heiminum, at tónleikur fyllir so nógv millum fólkið. Tit syngja til veitslur, tit syngja til samkomur, tit syngja, hvørja ferð tit koma saman. Eg haldi ikki, at nakað land í vesturheiminum ger so nógv við sang sum tit. Tit hava jú eisini varðveitt dansin nógv longri enn onnur lond her í økinum, sigur Amelia Parker.
- Tit hava eina siðsøgu við nógvum sangi og frásøgnum. Eg vænti, at sangararnir meta seg føra hesa siðsøguna víðari gjøgnum sín sang, at teir halda mentanini við líka. Hóast nógv av poppinum nú verður sungið á enskum, so vænti eg, at tónleikararnir enn síggja seg sum part av hesum sama mentanararvi, sigur Amelia Parker.
Hon hevur verið í Føroyum í góðar tvær vikur og fer avstað aftur 1. páskadag. Hon hevur prátað við tónleikarar og verið á konsertum ymsastaðni.
- Síðani hoyrdi eg um HEIMA í Nólsoy leygardagin og valdi tí at útseta fráferðina, so eg fekk tað við eisini. Tað er sera spennandi hjá mær at sleppa at uppliva allar hesar konsertirnar í stovum í hesum lítla samfelagnum. Samfelagið hjá tykkum er bygt runt heimini og stovurnar, og eg gleði meg at síggja framførslurnar í hesum smáu umstøðunum, sigur hon.
Hon harmast eitt sindur um, at hon vitjar júst nú, í føstutíð. Hetta ger, at tónlistaliga virksemi er nakað minni enn annars, umframt at hon ikki fær høvi at uppliva føroyska dansin.
- So má eg bara koma aftur eina aðru ferð. Eg havi ein dreym um at sleppa at gera eina útvarpsrøð um føroyskan sang, so vónandi komi eg aftur við upptøkufólki tá, sigur hon. Føroyska dansin sleppur hon tó at uppliva, tá hon vitjar dansifelagið og føroyska kórið í Keypmannahavn næsta mánað. Seinni í mánaðinum fer hon at lurta eftir Eivør og Konni Kass á konsertferð teirra í Onglandi.
- Tá eg komi aftur vóni eg at uppliva festivalarnar, tjóðarhátíðina, bláa himmalin og grønu náttúruna, sigur hon.