Frá 18 - 23. februar vitjaðu norski fólkaheilsufrøðingurin Per de Lange og konan Monica í Føroyum, har Per helt almenna fyrilestrarøð í Adventskirkjuni í Havn um fólkaheilsu. Per er ritstjóri á heilsutíðarritinum Sunnhetsbladet
Per og og konan, Monica Lange, hava áður verið í Føroyum, har tey hava havt konsertir, og Per hevur hildið fyrilestrar.
Endamálið við ferðini hesuferð var at halda fyrilestrar um fólkaheilsu, men eisini var høvi til at hoyra tey upptraðka saman við sangi og tónleiki í samband við onkrar av fyrilestrunum.
Fyrilestrarnir í Adventskirkjuni vóru hesir: "Átta lyklar til góða heilsu", "Vónarinnar lívfrøði", Hvat er heilsugóður kostur", "At hava tað gott saman", "Heimsins heilsa og okkara", og "At stýra strongd og tilfeingisuppbygging". Leygarkvøldið 19. februar helt hann fyrilesturin "Tónleikur og góð heilsa" í Frelsunarherinum.
Fyrilestrarnir snúgu mest seg um, hvat tann einstaki kann gera fyri sína egnu heilsu, og hvussu hann kann bera seg at hesum viðvíkjandi.
Per de Lange hitti eisini Pál Weihe, yvirlækna, og Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum. Eisini tosaði hann við Armgarð Arge í sendingini "Tilvera" í Útvarpi Føroya.
Per de Lange er føddur í 1948 og uppvaksin í Arendal í Norra. Hann hevur doktaraheiti í fólkaheilsufrøði frá Loma Linda universitetinum í Kalifornia. Í løtuni rekur hann Senter for Helse og Livsstil í Oslo og er umframt ritstjóri á heilsutíðarritinum Sunnhetsbladet, sum eisini er kent í Føroyum. Í einum av komandi bløðum verður skrivað um ætlanirnar hjá Landsstýrinum viðvíkjandi fólkaheilsuni.
Sum rithøvundur hevur hann skrivað eina røð av greinum um fyribyrgjandi heilivág og heilsu umframt handbøkur um at leggja av at roykja.
Hann ger hvørja viku útvarpssendingar í nærvarpi í Norra og hevur fyrilestrar á skúlum og ymiskum felagsskapum og hevur í tí høpi verið í Svøríki, Danmark, Rus-landi, Englandi og USA og aðrastaðni. Við á ferðini var konan Monica, sum er úr Onglandi og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Tey sungu saman og "kryddaðu"
fyrilestrarnar við teirra sangi, sum eisini fæst á fløgu.