Sangur og drama í Klaksvík

Ungdómsvikuskifti verður í KFUM&K í Klaksvík um vikuskiftið 27.-30. mars við nógvum spennandi tiltøkum. Á skránni vera talur, sangur, drama, framførslur og mangt annað.

Soleiðis sær skráin út fyri vikuskiftið: Fríggjakvøldið 27. mars kl. 21 verður ungdómsmøti v/ Gimma Olsen. Leygardagin 28. mars kl. 9 er M-dagur, undirvísing um gevaratænastu (byrja við morgunmati), kl. 15ere aktivitetir (møtast í KKUM/K), kl. 20 er konsert í Christianskirkjuni til frama fyri nýtt blákrossheim við luttøku av VOX, Kristel Lisberg, Jens Lisberg og Martin Joensen, kl. 22 er ungdómsmøti v/ Petur Martin. Sunnudagin 29. mars kl. 21 er ungdómsmøti v/ Reimund Langgaard. Mánadagin 30. mars kl. 20 er U-gudstænasta v/ Hanusi Simonsen, eisini verður altargongd.


Til øll tiltøkini verður møguleiki at fáa eitt prát, um ein ynskir tað. Sonevnd samtalu- og forbønarfólk eru til tað sama. Eisini verður okkurt gott at eta og gott samanhald. Fyrireikararnir siga, at teir ynskja at hetta tiltakið kann peika ungum á Jesus og eitt lív saman við honum. Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini.