Í annaðkvøld framføra næmingar á Sjónleikaraskúlanum og bólkurin Bendar Spónir sangleikin ?Fez? á Reinsarínum í Havn
Leikurin ?Fez? snýr seg um nakrar sjómenn, sum fara út í verðina og vitja í tí fremmanda Turkalandi. Ein av matrósunum verður illa happaður, men tá ið hann fær hendur á einum gandahatti (Fez) sleppur hann sjálvur at royna, hvussu tað er at vera leiðari og fyrimynd. Hann finnur tó skjótt út av, at vinalag er meira enn vald og pengar.
Gandahatturin er reyði tráðurin í leikinum sum ein mynd av tí , sum øll tráa eftir, men sum ikki gevur eydnu hóast alt. Leikurin ?Fez? er skrivaður av hollendska rithøvundanum Marcel Van Rijn
Tað er elsti flokkurin á Sjónleikaraskúlanum hjá Havnar Sjónleikarafelag sum framførir sangleikin saman við ungdómsorkestrinum Bendar Spónir.
Næsta leygardag fara tey til New Delhi at framføra leikin á altjóða sjónleikafestival. Evnini í leikinum gera hann væl egnaðan til festivalin, har altjóða samleiki og ymsar mentanrir eru á dagskránni.
Framførslan á Reinsarínum verður í annaðkvøld klokkan 19