Sangleikirnir og Jesus í søguni

Nú Rútmiska kórið í Hoydølum framførir Jesus Christ Superstar stíga tey, har onnur áður hava stigið. Søgan um sangleikirnar og um Jesus er drúgv og víðfevnd og verður kallað størri enn lívið sjálvt

Theodor E. D. Olsen
------------------------


Sangleikir verða eisini kallaðir musicals.
Orðið musical er eitt lýsingarorð og er ein stytting fyri musical comedy – ein tónleikalig skemtisøga.
Musicalirnar eru í ætt við operur og operettur. Operetturnar vóru ofta skemtiligar og vórðu ofta hildnar at vera undirhald fyri ta breiðu fjøldina.
Showboat frá 1927 verður roknað sum tann fyrsta veruliga muscalin og ein fyrimynd hjá komandi sangleikum av hesum slagi. Ein hornasteinur í musicalsøguni.
Annars hornasteinurin verður ofta hildin at vera Oklahoma, ið sá dagsins ljós í 1943. Hetta var tann fyrsta musicalin, har sangur, dansur og sjónleikur vórðu sett saman, soleiðis sum vit kenna tað í dag. Triði hornasteinurin í musicalsøguni verður mangan mett at verða sangleikurin Hair frá 1968, ið við síni ungdómsmentan og rokktónleiki breyt upp úr nýggjum.

Smátt gerst stórt

Felags fyri flestu musicalir er, at tær minna nógv um tey gomlu ævintýrini í sínum bygnaði. Mýtiskir persónar fara út í verðina at royna seg, men umhvørvið og sjálvt musicalfyribrigdið er aloftast stórbýarkent. Talan er ofta um ein dyst millum tað góða og tað ónda, har hesi gomlu evni og tema verða viðgjørd millum neonljós og stórbýarlarm. Lívið broytist, men virðini hjá mannaættini eru tey somu. Kærleiki, hatur, tráan og girnd.
Søgan í sangleikum verður ofta kallað “larger than life” – størri enn lívið – og við hesum verður sipað til, at søgan ofta er viðgjørd á ein hátt, soleiðis at fokus er sett á tað smáu viðurskiftini, og hetta er blást upp til sang, dans og stórar kenslur.

Samtíðin

Uppgávan hjá musicalunum hevur oftast verið at sett fingurin á pulsin í samtíðini.
Jesus Christ Superstar varð framført í 1970 – tveu ár eftir tann triðja hornasteinin, Hair í 1968.
Hetta verður ofta lýst við sokallaðum anakronismum ella tíðarvillum. T.d. byrjar filmurin “Jesus Christ Superstar” við , at hippie-arar í sólbrillum og litføgrum skjúrtum fara úr einum bussi, og nøkur tanks elta Judas.
Í tí nýggju føroysku útgávuni av Jesus Christ Superstar síggja vit eisini fyribrigdi, sum hoyra heima í okkara tíð, men sum ikki vóru til umleið ár 30 eftir Kristi føðing.
Áður høvdu mucicalirnar ofta snúð seg um elskandi pør, sum at enda funnu saman, men eftir Hair snúði sangleikirnir seg ofta hetjuna, sum eins og í gomlu mytunum, mátti gera tað skitna arbeiðið fyri hini ella restina av samfelagnum.
Hetjan skilir seg frá hinum í samfelagnum í sinum harða stríði, men hevur trupult við at koma inn aftur í samfelagið eftir hendan torføra dyst.
Í Hair síggja vit hetta lýst í eini krígstíð – Vietnamkríggið var í hæddini tá – og í Jesus Christ Superstar er tað Jesus sjálvur, ið er hetjan.
Jesus Christ Superstar verður ofta samanborin við Evitu, sum eisini er skrivað av Andrew Lloyd Webber og Tim Rice. Bæði Jesus og Eva Peron vóru víðagitin síni samtíð, men gjørdust syndabukkar og doyðu ung.
Aftur her minna sangleikirnir um tey gomlu ævintýrini. Høvuðspersónurin skal frá einum staði til eitt annað. Jesus skal til Getsemane, Evita skal til eitt “nýtt” Argentina, í sangleikinum “Miss Saigon” skulu tey til eitt nýtt land, og í føroyska sangleikinum “Skeyk” frá 1997 skal tann unga bygdagentan í skúla í stórbýnum Tórshavn.
Teir gomlu sanglekirnir høvdu altíð happy ending, meðan teir nýggjaru ikki altíð eru so einfaldir. M.a. doyðu Jesus og Evita móti endanum av leikunum.

Bob Dylan

Søgan um Jesus er ofta søgd, og Tim Rice mundi hava rætt, tá hann segði, at evnið, ið teir báðir tónaskaldið Lloyd Webber høvdu valt, var ikki serliga originalt.
Men hinvegin var tað ikki vanligt, at lata svíkjaran Judas, ið hevur havt so vánaligt eftirmæli í heimssøguni, fáa ein so stóran leiklut.
Sigst, at teir báðir Tim Rice og Andrew Lloyd Webber fingu hugskotið til Jesus Christ Superstar frá Bob Dylan, tá hann syngur:

“I can’t think for you
You’ll have to decide
Did Judas Iscariot
Have God on his side?”’


Tvinni rák

Spurningurin hvussu Jesus við síni guddómmiligu og menniskjaligu náttúru skal lýsast er næstan líka gamal sum kirkjan sjálv.
Tvey høvuðsrák, ið verða kallað tað alexandrinska og tað antiochenska rákið, eru at hóma í kirkjusøguni.
Í tí antiochenska rákinum verður mest fokuserað á ta menniskjaligu náttúruna, og hevur røtur aftur til jødadómin. Tað alexandrinska rákið hevur hinvegin størri fokus á ta guddómmiligu og andaligu náttúruna hjá Jesusi, og her hómast slóðin av grikskari ávirkan.
Í filmssøguni, ið tó eru munandi yngri enn kirkjusøgan, var tann alexandrinska ávirkanin týðilig tey fyrstu mongu árini. Jesus varð lýstur sum ein bleikur, ljóshærdur maður í hvítum kyrtli. Hóast jødi, líktist hann meira einum vesturevroperara, tí semitisk brá og brigdi vóru eingi. Tann guddómiliga náttúran skuldi lýsast út í odd og egg, og menniskjað var minni áhugavert. Tað sigst, at tá Jesus-filmurin “The King of Kings” var tikin upp í 1927, ávirkaði hetta filmsliðið so nógv, at sjónleikarin, ið spældi Jesus, varð koyrdur í afturlætnum bili til leikstaðið, og bara leikstjórin át máltíðir saman við honum.
Í filminum “The Greatest Story Ever Told” frá 1965 hómast eingi etnisk ella mentarlig eyðkenni hjá Jesusi, og filmurin fekk ongantíð ta móttøku, framleiðararnir høvdu vónað.
Í byrjanini av sjeytiárunum kom tó vend í. Filmsframleiðarar fóru aftur til ta antiochensku siðvenjuna, har tey mennsikjaligu eyðkennini vórðu hildin at vera áhugaverdari.
Sjónarmiðini um Kristus – tann sonevnda kristologiin – vaks úr neðra og uppeftir – og ikki øvugt.
Tað gjørdi tað heldur ikki verri fyri filmsframleiðararnir, at slakað vað nógv í sensurkrøvunum, og vandin fyri at verða ákærdur fyri gudsspottan var minni í 1970’unum enn t.d. 20 ár frammanundan.
Jesus Christ Superstar frá 1970 snýr seg um ta síðstu vikuna í lívinum hjá Jesusi og við viðgerðini av hansara trongdum og líðingum varð fokus av álvara sett á viðurskiftini hjá Jesusi sum menniskja.
Nú er so høvi hjá føroyingum at uppliva hetta verkið í føroyskari týðing í Norðurlandahúsinum, og so er spurningurin um sangleikurin megnar at gera hesa kendu søgu “størri enn lívið” eins og musicalirnar oftast hava lagt seg eftir – larger than life!