Komandi leygardag klokkan 16 skipar Kristiliga Sangkórið fyri sangløtu í Kommunuskúlaskálanum í Havn, og í næstu viku gongur leiðin til Reykjavíkar. Kórið fer bæði at syngja í Dómkirkjuni, til hámessu í Hallgrímskirkjuni og á føroyska sjómansheiminum, Ørkini.
Eitt av teimum virknu kórunum í Føroyum, er Kristiliga Sangkórið í Havn. Í fjør var kórið á sangferð í Danmark og Svøríki, umframt fleiri framførslur vóru her á landi.
Í ár eru eisini fleiri sangtiltøk á skránni. Kórið syngur javnan í føroyskum kirkjum, og leygardagin klokkan 16 verður skipað fyri sangløtu í Kommunuskúlaskálanum í Havn, har øll sjálvandi eru vælkomin.
Úrvalið av sangum er fjølbroytt, og kórið syngur bæði á føroyskum, donskum, íslendskum og týskum. Hetta eru sangir til løg eftir millum aðrar Knút Olsen, Paula Hansen, Hans Jacob Højgaard, Kára Bech, Ólavur Jøkladal, Schubert, Cruger, Bach, J. Ásgeirsson og aðrar komponistar.
Fríggjadagin í næstu viku, sum er Dýri Biðidagur, gongur leiðin til Reykjavíkar, har Kristiliga Sangkórið fer á eina 3-daga sangferð. Dýrabiðidagskvøld 20. mai kl. 19 verður skipað fyri sangløtu á føroyska sjómansheiminum, Ørkini. Kvøldið eftir, leygarkvøldið 21. mai klokkan 19, syngur kórið í Dómkirkjuni, har ein av sanglimunum í kórinum, Heri Joensen, prestur, fer at halda prædiku. Og sunnumorgunin 22. mai klokkan 11 luttekur kórið í hámessu í tí stóru og stásiligu Hallgrímskirkjuni.
Tað er Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla, sum stjórnar Kristiliga Sangkórinum.










