Sangløta við adventssangi

Kristnastova hevur eina sangløtu í Føroyahúsinum sunnudagin 2. desembur kl. 16. Sungnir verða sangir, ið peika fram móti jólahátíðini, ið stundar til. Eitt kór úr Kristnastovu luttekur, og har verða fleiri solorøddir at hoyra. Harumframt verður felagssangur og upplestur. Ein drekkamunnur verður aftaná sangløtuna.