1. hvítusunnudag 27. mai kl. 16 hevur Kristnastova eina sangløtu í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Sangúrvalið er fjølbroytt. Á skránni eru bæði eldri og nýggjari sangir. Eitt kór úr Kristnastovu fer at syngja, eins og eisini felagssangir verða sungnir, sum vit kenna heimanífrá. Sagt verður eitt sindur um einstakar av sangunum um bakgrund og boðskap teirra. Fyrireikararnir siga, at hetta er ein sangløta fyri bæði ung og eldri.










