5 stjørnur av 6
Tubaspælandi ørvitisknokkar. Ein maður brýtur eitt 200 ára gamalt koppastell. Hann endar seinni í elektriska stólinum. Dómarnir sum døma hann drekka fatøl í rættinium. Vit eru á norðaru hálvkúluni í 21. øld.
Sum í ”Sange fra anden sal” frá 2000, so er Kvøldarlandið í upploysn. Í metropolunum er skýmligt. Í ”Du levende” er tó ein vón onkunstaðni. Andersson er ein meistari og sum Charlie Chaplin ein perfektionistur og hann brúkar heldur sjey ár at gera ein film lidnan enn at gera neyðloysnir.
Tað er stuttligt aftur at síggja elegiska og stuttliga heimin hjá Andersson. Hendan neyva pallsetingin, hesi ”tablou” og beckettkendi dialogurin og absurdu senurnar.
Tað vakra við stílinum hjá Andersson er hjartalagið og fína melankolska samkenslan við sjálvt hinum býttasta.
Andersonska filmlistin
Neyðugt at hugsa øðrvísi og frígera seg frá vanligari hugsan um film. "Du Levenda" er ikki ein vanligur filmur. Kameraið er púra stilt í øllum brotunum og ongar nærmyndir eru. Leikstjórin vísir kenslurnar hjá fólki við einari fínari distansu. Menniskja í tess veruliga rúmi. Her minna hansara filmar meiri um modernaða lista- og fotoframsýningar.
Sum í fyrra filminum, so er "Du levande" samansettur av trimum fláum. Hin fyrsta er ein staðfestan av, hvussu støðan er. Onnur fláin er løgna moralska ólagið. Hin seinasta er um skuld ,og hvussu fortíðin vísir seg, eitt nú sum svastikarar undir øllum.
Fyrst fáa vit at vita, at okkurt er galið. Sum í fyrra filminum, so hava øll mist trúnna á egið lív og nógv berjast fyri at bjarga onkrum í svárari kreppu.
Okkurt er galið, ein nýggj tið er komin. Øll missa svøvnin og standa still á altanuni um náttina og skilja einki.
Sum í fyrra filminum, so spretta tó blómur gjøgnum betongveggir av melankoli. List og tónleikur skapa møguleikar fyri kærleikanum, sum er tað einasta, ið kann bjarga okkum.
Besti stilisturin í Norðurlondum
Andersson er kanska hin besti stilisturin innan norðurlendskan film í dag. Vit eru hinumegin allar ”feelgood søgur” og kronologi. Tað er menniskja sum skapningur undir ymiskum samfelagsviðurskiftum, ið er høvuðspersónurin í filminum.
Hjá Andersson sæst arvurin frá surrealismuni. Bunuél serliga, men eisini týska ”neue sachlicheit” við observatiónum av gerandislívinum. Hetta líkist í sær sjálvum surrealismu. Andersson er sum filmskapari meiri í ætt við týskara málarar frá 1930unum, sum George Grosz and Otto Dix.
Eingin misantropur
Ein misantropur er ein, sum ikki dámar menniskju. Anderssonsa filmar eru mangan dystopiskir – fólkini eru ljót, feit og miseydnaði .- men hann er alt annað enn ein misantropur. Hann er ein filantropur, ein brennandi mannavinur við stórum hjarta fyri einstaka menniskjanum. Respektin fyri menniskjanum er eitt avgerandi element í øllum, sum hann ger.
Filmurin hevur vunnið seks virðislønir og er tilnevndur til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins.
Filmurin er tó ikki so klárur og brennandi vakur sum hin fyrri filmurin.
"Du levande"
Leikstjórn: Roy Anderson
Svøríki 2008.
94 min.
Aldursmark: 15 ár
Filmsvikan, 14. oktober kl.20










