Sangheftið til sangin á midnátt ólavsøkudag er nú at fáa í Snarskivuni og í Kunningarstovuni í Steinatúni í Havn.
Í ár verður sungið í grannaløgum á midnátt.
- Sangheftið er kutað niður í helvt, 11 sangir verða sungnir, og til ber at fylgja við sanginum í Kringvarpinum, har tónleikarar eisini fara at syngja og spæla fyri.
Tað siga tey á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at sangheftini eisini verða koyrd út til grannaløgini, ið hava fingið játtað stuðul - umframt, at sangheftið sæst á torshavn.fo.
Á heimasíðuni sæst eisini ólavsøkuskrá, ferðsluuplýsingar og onnur kunning um ólavsøkuna.










