Sangarin vann forsetavalið

Fyribilstøl frá forsetavalinum í Haiti tann 20. mars vísa, at sangarin og tónleikarin Michel Martelly vann valið. Valnevndin í høvuðsstaðnum Port-au-Prince sigur, at av teimum atkvøðunum, sum eru taldar, hevur hann fingið 67,6 prosent.

Hitt valevnið, fyrrverandi forsetafrúan Mirlande Manigat hevur fingið 31,7 prosent.

Eygleiðarar siga, at tað kann væl henda, at dómsvaldið skal taka støðu til valúrslitið, áðrenn tann endaligi vinnarin verður útnevndur. Valnevndin hevur sagt, at tað almenna úrslitið av valinum 20. mars kemur tann 16. apríl.