Sangøta í Vestmanna kirkju

Sunnudagin 5. nov. kl. 19.00, sum er Alla halgana sunnudagur, skipar Vestmanna Kirkjukór fyri sangøtu í Vestmanna kirkju

Á skránni verður kórsangur solosangur og felagsangur við luttøku av Paula Magna Magnussen & co, Kirstin Johannesen og Bárða Kjærbæk, øll úr Vestmanna. Gestasangarar verða Kollfirðingurin Jens Marni Hansen, og Hannis Hansen úr Fuglafirði.
Presturin Inga Poulsen Dam kemur at siga nøkur.  
 
Aftaná sangin í sjálvari kirkjuni er hugnaløta í kirkjukjallaranum.

Tiltakið er heilt ókeypis, men fólk kunnu eins og seinast lata eitt oyra til Vestmanna Kirkjukór.

Øll eru vælkomin.