- Skal nakað endamál verða við at leggja Suðuroynna saman í eina kommunu, má toppurin takast av kommunuskuldini.
Tað eru Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri púra samd um.
- Verður toppurin ikki skorin av kommunuskuldini, kann tað gera tað sama at leggja saman tí hevur tann samanlagda kommunan onki rásarrúm yvirhøvur og fær ikki virka, siga teir báðir borgarstjórarnir.
Onki endamál
Borgarstjórin í Vági var leingi ímóti at leggja alla Suðuroy í eina kommunu. Men beint upp undir seinasta kommunuval, tók hon øll á bóli, tá ið hon brádliga kunngjørdi, at hon hevði broytt hugsan og at hon nú helt, at tað einasta rætta er at savna alla Suðuroy í eina kommunu.
- Men eg eri komin eftir, at skuldin hjá Vági og Tvøroyri er so stór, at verður toppurin ikki skorin av skuldini, tænir tað ongum endamáli at leggja saman, sigur hon nú við Sosialin.
- Tað er onki endamál í at leggja saman bara fyri at leggja saman. Hava vit onki fíggjarligt rásarrúm, fáa vit ikki virka og so er onki at leggja saman til.
Frættu onki aftur
Kristin Michelsen er samdur og hann vísir til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fleiri ferðir nevnt, at leggja kommunur saman, er hann opin fyri at viðgera spurningin um at skera toppin av kommunuskuldini fyri at geva samanløgdu kommununi eitt fíggjarligt rásarrúm at virka í.
- Borgarstjórarnir í Suðuroy hava fyri langari tíð síðani biðið Jóannes Eidesgaard um fund um hetta málið, men enn hevur hann ikki latið frætta frá sær, sigur borgarstjórin á Tvøroyri.
Annars heldur borgarstjórin á Tvøroyri, at nógvar pílar fyri Suðuroy vísa skeiva vegin í løtuni.
- Fólkatalið minkar alsamt og barnatalið minkar alsamt. Á flakavirkinum í Vági hevur verið at kalla øskukalt í langa tíð og á øðrum fiskavirkjum hevur eisini verið avmarkað arbeiði. Og samstundis sum landspolitikarar sjálvir hava ført ferðavinnuna fram sum eina sjálvsagda vinnu at menna í Suðuroy, ætla teir at skerja ferðaætlanina hjá Smyrli, so at umstøðurnar at ferðast til og úr Suðuroy og at reka ferðavinnu, versnar munandi.
Í hesum sambandi kann eisini vísast á, at í ár byrjaðu tilsamans 61 børn í fyrsta flokki í Suðuroy. Ein framskriving hjá mentamálaráðnum vísir, at longu í 2015, verða tað ikki fleiri enn 41 børn, sum byrja í fyrsta flokki í Suðuroy, ella heili 20 færri.
Hetta ger Suðuroy til tað økið í landinum, har barnatalið minkar nógv mest tey næstu árini.
- Tí er tað altavgerandi at fáa ung húski at flyta í oynna, men ein fortreyt fyri tí er, at størv og onnur tilboð eru til tey, men tað hava kommunurnar ógvuliga avmarkaðar, fyri ikki at siga púra ongar, møguleikar til, sum fíggjarliga støðan er nú.
Annars eru fíggjarætlanirnar hjá kommununum fyri næsta ár ikki lagdar enn, men tað lýsir væl fíggjarligu støðuna, sum kommunurnar eru í, at Hvørki Vágur, Tvøroyri ella Hvalba, hava at kalla eina krónu til íløgur næsta ár, fortelja borgarstjórarnir fyri Sosialinum.
- Tí er tað neyðugt at fáa toppin av kommunuskuldini, so at ein samanløgd kommuna kann fara undir verulig tiltøk, sum kunnu menna oynna í eini roynd at fáa fólk at flyta aftur, ikki minst fólk við útbúgving, sigur Kirstin Strøm Bech.