Sandy: Finna framvegis deyð

Tað almenna talið á deyðum aftan á ódnarveðrið Sandy veksur støðugt og er nú komið upp á 137. Tað sigur sjónvarpið CNN frá amerikonsku løgregluni.

Sagt verður, at 68 fólk eru deyð í USA og tvey í Kanada, og áðrenn ódnin kom hagar, hevði hon kravt 67 mannalív í Karibiska Havinum. Men talið kann blíva uppaftur størri, sigur løgreglan.

Fyribils verður mett, at Sandy hevur gjørt skaða fyri einar 115 milliardir krónur.

Seks milliónir amerikanarar hava framvegis ongan streym.