Sandvíkingar og hvalbingar verða grønari

Stórur áhugi var fyri orkufundinum í Hvalba leygardagin, har felag varð stovnað at útvega hvalbingum og sandvíkinum orku, sum bæði er burðardygg og bílig

Stórur áhugi var fyri fundinum, sum varð fráboðaður at verða í skúlanum í Hvalba leygardagin um at stovna eitt orkufelag fyri Hvalba og Sandvík.

Eini 60 fólk vóru møtt upp, har var stór undirtøka fyri at stovna felagið og longu á sjálvum fundinum teknaðu góð 40 húski seg sum lim í felagnum.

Tað eru fyrireikarnir væl nøgdir við, eftir sum felagið akkurát er komið í eyga.

Fyrireikararnir eru eisini væl nøgdir við, at fleiri kommunustýrislimir vóru møttir á fundi, tí tað skerst ikki burtur, at kommunan kemur at hava ein ávísan leiklut í felagnum


Grøn og bílig orka

Endamálið við felagnum er at veita teimum báðum norðastu bygdunum í Suðuroy, Hvalba og Sandvík burðardygga og bíliga orku at hita húsini við.

Poul Laust Christiansen, sum er høvuðsstigtakari, sigur, at ætlanin við felagnum er at seta eina stóra vindmyllu upp á fjallinum ímillum Hvalba og Sandvík, sum skal gera nóg mikið av orku til at hita húsini í Hvalba og Sandvík.

- Tað vanliga higartil hevur verið, at hvørt hús sær hevur fingið sær sína egnu vindmyllu í túnið.

Men fyrireikararnir ivast ikki í, at tað er ein nógv bíligari og betri loysn at keypa eina felags vindmyllu.

Ætlanin er so at grava kaðal í hvørt hús í í Hvalba og í Sandvík.

Og tá ið kaðal kortini skal gravast í hvørt hús er meiningin at fáa tvey fyri eitt við at grava fipurkaðal í hvørt hús samstundis. Ein slíkur fipurkaðal kann geva internet við eini ferð upp á 100 mb, sum er fleiri ferðir so skjótt, sum tað er nú.

Fipurkaðalin gevur eisini góåar møguleikar fyri felags sjónvarpsantennu við sjónvarpið í nógv betri dygd, enn tey flestu eru von við í dag

Í fyrstu nevndini í orkufelagnum sita Poul Laus Christiansen, Rúni Thomsen, Katrin Joensen, Ingibjørg Vestergaard úr Hvalba, Jón Næs og John Næs Berg úr Nesi í Hvalba og Trúgvi Thomsen úr Sandvík.

Nevndin skipar seg sjálv og tað fer hon at gera fyrsta dagin.


Vindmátingar

Fyrsta takið hjá nýggju nevndini verður at útvega fígging til tær neyðugu vindmátingarnar, sum skulu gerast.

- Fyri at fáa greiði á, hvar tað er best at seta eina slíka vindmyllu upp, er neyðugt at gera vindmátingar í minst eitt ár, sigur Poul Laust Christiansen.

Hann sigur, at tað er neyðugt at fáa mylluna upp í hæddina tí har er vindurin mestur og mest støðugur.

Felagið fer nú at venda sær til kommununa at vita um áhugi er fyri at stuðla eini slíkari ætlan og í fyrstu atløgu verður fyrst og fremst hugsað um fíggjarligan stuðul til vindmátingar.

Tað vænta fyrireikararnir, at kommunan er, tí kommunan brúkar yvir 200.000 krónur um árið til at halda varma í skúlanum og øðrum bygningum, sum kommunan varar av.

Eydnast projektið er ein fíggjarligur stuðul frá kommununi heilt skjótt vunnin inn aftur.

Síðani verður uppgávan at útgreina eitt neyvari fíggjarligt yvirlit yvir eina íløgu hesa.

Tað er enn ógvuliga óvist, hvussu nógv ein slík ætlan fer at kosta, men fyribils vísa metingarnar, at verkætlanin ber seg við at fólk betala eitt sindur minni fyri at hita húsini, enn tey gera við teimum oljuprísum, sum eru nú.

Hinvegin eru tey allarflestu sannførd um, at prísurin á olju fer munandi upp næstu árini og so er fer at vera munandi bíligari at hita húsini við orku frá eini vindmyllu.

Sjálvur halda fyrireikararnir, at ein vindmylla er besta loysnin, tí hon gevur mesta orku um veturin, tá ið tørvurin á orku eisini er størstur.

- Og skulu vit líta framyvir, er ongin ivi um, at um nøkur fá ár verður elbilar vanlig sjón á vegunum og tá kann orka frá eini slíkari vindmyllu eisini brúkast at løða teir við.