Borgarstjórin, Heri Sverrason, hevur vegna Sands kommunu skrivað undir sáttmála við J. & K. Petersen um at gera útstykkingina uppi á ryggi, nevnt Skarðsbøur.
Útstykkingin er upp á 33 grundstykkir, sum verða gjørd byggibúgvin. Avtalað er, at byrjast skal 15. august 2022.
Sum framhald av nýggju útstykkingini, er ætlanin at byggja nýggjan nýmótans barnagarð.
Avtala er gjørd um keyp av grundøki til barnagarðin.
Tað eru spennandi tíðir fyri framman, nú skjótt verður landfast við meginøkð, skrivar Sands kommuna á sandur.fo.











