Sands kommuna millum tær stóru

Sands kommuna er nú limur í Kommunusamskipan Føroya. Á aðalfundi hjá Kommunusamskipan Føroya í gjár bleiv endaliga staðfest, at Sands kommuna er limur í samskipanini.

Harvið eru sjey kommunur í Kommunusamskipan Føroya, sum umboðar tveir triðingar av fólkinum í Føroyum.

Borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, er samstundis komin í stýrið fyri KSF saman við borgarstjórunum í hinum seks kommununum.