Sandoyingar syftu B68

B71 hevur í dag havt vitjan av B68. Fótbóltslíkindini vóru hampuliga góð, hóast eitt frekt æl eina løtu kendist hótta uppgerðina.

Tað sá leingi svart út, men fram ímóti dystarenda eydnaðist tað B71 at javna til 1-1, og í longdu leiktíðini skoraði B71 sigursmálið. Sigursmálið skoraði Rasmus Nielsen longu í 2. minutti í longdu leiktíðini.

B68 legði seg framum, tá ið 2. hálvleikur var fimm minuttir gamalur. Miðvallarin Jann Ingi Petersen umsetti brotsspark til mál.

Sandoyingar trýstu fram ímóti dystarenda, og tað eydnaðist at javna. Málskjútti var Clayton Soares, sum orsaka av skaða ikki hevur spælt nakað serligt í fyrireikingunum til kappingina.

B71 skal 2. páskadag spæla fjórðingsfinalu á heimavølli ímóti AB.